Træsmiðjan.fo er fyritøka, sum er bæði timburmeistari og snikkarameistari.
„Handverkið ger munin“ er slagorðið hjá okkum á Træsmiðjuni.fo. Hetta setur stór krøv til hvønn einstakan. Tað setur krøv til handverkið hjá hvørjum einstøkum timburmanni og snikkara. Men vit vita, hvat okkara fólk dugir, tí tora vit at siga, at tá ið tú vendir tær til handverksmeistaran, so er úrslitið sjálvsagt meistaraverk.
Vindeyguni eru kanska mest avgerandi parturin av einhvørjum húsum. Við hondgjørdum vindeygum frá okkum tryggjar tú tær, at tíni vindeygu eru fyrsta floks.
Trappan er størsta møbilstykki í einhvørjum húsum. Okkara hegnisfólk tryggja tykkum, at hon er prýði fyri húsið.
Koks tráðar eftir stjørnunum og innbúgvið er valt við minutiøsum ansi, skrivaðu tey á grams.fo um nýggju matstovuna Koks á Hotel Føroyum. Við hesum í huga er sjálvsagt, at tey valdu GLT at loysa snikkarauppgávurnar. Lesið og síggi myndir her.