Matstovan Áarstova er nú restaurerað. Snikkaraarbeiðið stóðu vit fyri. Hetta var ein bæði spennandi og avbjóðandi uppgáva. Nógvar detaljur vóru at fara um. Á myndunum niðanfyri síggjast nakrar av teimum, td. fyllingshurðar, útskorðin navnaskelti, kittað vindeygu, júst sum í gomlum døgum.

Næstu ferð tú fert á Áarstovu kanst tú umframt at fegnast um góða matin, lata teg hugtaka av góða handverkinum, sum fakfólk okkara hava gjørt.