Seruppgávur
Hetta eru tær serliga spennandi uppgávurnar, sum meistarar okkara gleða seg at sleppa undir. Hygg eftir myndunum, so sært tú nakrar av uppgávunum, sum vit hava loyst. Er eingin mynd, sum minnir um tað, sum tú ætlar tær, so halt tær ikki aftur. Tað merkir bara, at vit gleða okkum til enn eina spennandi avbjóðing. Tað er jú handverkið, sum ger allan munin!!
